Formaðurin í konservativa flokkinum í Danmark, Søren Pape Poulsen fer eftir forsætisráðharrasessinum eftir næsta fólkatingsval.
Tað boðaði hann frá á tíðindafundi í morgun.
Sostatt gerst hann tað næsta forsætisráðharravalevnið hjá bláa blokki. Hitt er Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra.
Søren Pape Poulsen sigur, at hann heldur seg vera skikkaðan til at røkja embætið, og fær fólkatingið ein borgarligan meiriluta eftir valið, fer hann eftir forsætisráðharrasessinum, og so mugu hann og Jakob Ellemann-Jensen síggja, hvat tað endar við, sigur hann.
– Eg haldi, at eg havi tað, sum krevst, og at eg eri tann besti til at átaka mær arbeiðið. Tey Konservativu hava ikki havt eitt forsætisráðharravalevni í nógv ár, men tíðin er komin nú.
Hann leggur afturat, at tað er natúrligt, at Vinstra, sum er ein stórur flokkur, stillar upp við einum forsætisráðharravalevni, men sum nú er, kann nógv henda, og tí bjóðar hann seg eisini fram.
Søren Pape Poulsen heldur, at tað er tíð til, at Danmark fær ein nýggjan forsætisráðharra, og vónar hann, at tað verður ein borgarlig stjórn, sum fer at sita eftir næsta val.
Næsta fólkatingsval skal í seinasta lagi vera fyrst í juni mánað næsta ár, men fyrst í juli mánað, eftir at frágreiðingin hjá Minkanevndini varð almannakunngjørd, segði forkvinnan í Radikala vinstraflokkinum, Sofie Carsten Nielsen, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri átti at útskriva val áðrenn tingið kemur saman aftur 4. oktober. Hvørt Mette Frederiksen fer at lurta eftir áheitinaini er enn ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald