Ein heilur býur í Norðurjútlandi í Danmark er skelkaður eftir ein sorgarleik, sum kostaði lívið hjá eini 13 ára gamlari gentu í gjárkvøldið.
Tað var beint eftir klokkan 22 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um at eitthvørt álvarsligt var farið fram nærhendis hitaverkið í býnum Hjallerup.
Seinni í nátt vóru tvey ungfólk, ein 17 ára gamal drongur og ein 13 ára gomul genta, fongslað í sambandi við at ein 13 ára gomul genta er deyð, upplýsa danskir miðlar í morgun.
- Vit vita, at tað er samband millum dripnu gentuna og tey bæði, sum eru handtikin, men í løtuni kunnu vit ikki siga meira um orsøkina ella motivið til drápið. Hetta málið skal kannast gjølligari áðrenn vit kunnu úttala okkum um tað, segði løgreglan í Norðurjútlandi í einum tíðindaskrivi í nátt, skrivar Ritzau.
Sum sagt, so fekk alarmsentralurin eina fráboðan klokkan 22.10 í gjárkvøldið. Tá løgregla og sjúkrabilur komu á staðið funnu tey eina 13 ára gamla gentu, sum var álvarsliga særd og doyði stutt eftir, stóð at lesa í fyrstu fráboðanini frá løgregluni.
Seinni varð upplýst, at tey royndu at veita gentuni fyrstuhjálp, men lív hennara stóð ikki til at bjarga.
Nakað seinni vóru tey bæði ungu fólkini handtikin. Løgreglan við tó ikki upplýsa hvussu skuldsetingin móti teimum ljóðar.
Í alla nátt hava løgreglufólk kanna økið, har gentan varð funnin fyri at gera sær eina mynd av, hvat kann vera hent.
Løgreglan og heimaverja er eisini til staðar aðra staðni í býnum í morgun, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald