Uttanlands

Sosialdemokratar umhugsa hvør skal yvirtaka floksleiðsluna

Hóast hon vísir aftur, at hon er upp á tal til at gerast Nato-aðalskrivari, er Nicolai Wammen longu útpeikaður sum mest sannlíki avloysarin

Mette Frederiksen í samrøðu við Joe Biden, forseta, í Washington fyrr í vikuni (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen í samrøðu við Joe Biden, forseta, í Washington fyrr í vikuni (Mynd: EPA)

2023-06-08 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna aftur og aftur hevur víst aftur, at hon er upp á tal at gerast komandi aðalskrivarin í Nato-samgonguni, so eru alt fleiri leiðandi sosialdemokratar farnir at kjakast um, hvør skal avloysa núverandi forkvinnuna í flokkinum.

Og mest sannlíki avloysarin tykist vera núverandi fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen, skrivar Danmarks Radio.

Spurningurin um at velja nýggjan stjórnarleiðara í Danmark kann gerast aktuellur longu um fimm vikur, tá stats- og stjórnarleiðararnir í Nato-londunum hittast til toppfund í Vilnius í Litava 11. og 12. juli.

Her verður nýggi aðalskrivarin væntandi kunngjørdur.

Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, eru teir, sum oftast verða nevndir, tá lokalforfólk í danska javnaðarflokkinum verða spurd um hvør skal avloysa Mette Frederiksen.

Danmarks Radio hevur tosað við øll 92 forfólkini fyri valdømini kring um í Danmark. Flest teirra ynskja tó ikki at svara spurninginum, sum tey meta vera ‘hypotetiskan’.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder