Svenski stjórnarflokkurin, Socialdemokraterna, fer á fundi 24. mai at taka støðu til, um flokkurin skal broyta hugburð til spurningin um svenskan limaskap í verjusamgonguni Nato.
Tað skrivar Aftonbladet. Blaðið skrivar, at tað í gjár vórðu send boð ut um, at fundur verður í floksleiðsluni um spurningin 24. mai.
Svøríki hevur ført ein politikk sum neutralt land síðan 18. øld, men russiska innrásin í Ukraina hevur skakað svenska tjóðartingið, Riksdagen.
Tað hevur ført við sær, at flokkurin Sverigedemokraterna nú stuðlar eini umsókn um at biðja um limaskap í Nato. Harvið er tað nú meiriluti í Ríkisdegnum fyri svenskum limaskapi.
Men ein slík avgerð krevur ein meiriluta á tríggjar fjórðingar av Ríkisdegnum, og tí koma atkvøðurnar hjá sosialdemokratunum at vera avgerandi, skrivar Aftonbladet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald