Í Nuka Din Tøjmand, einum klædnahandli í Nuuk hevur mann verið noydd at blaka fólk út, sum eru komin inn at keypa, meðan tey áttu at vera í heimauppihaldi.
Hetta hava starvsfólkini upplivað fleiri ferðir í farnu viku, og hetta er ikki í lagi, sigur grønlendska løgreglan, sum sigur við grønlendska miðilin KNR, at tey eru í ferð við at kanna málið.
Sambært galdandi sóttarhaldsreglum í Grønlandi, skulu øll, sum koma til landið í heimauppihald í fimm dagar, og síðani kunnu tey sleppa út aftur, um tey verða staðfest negativ eftir kanning á fimta degi.
Meðan fólk eru í heimauppihaldi hava tey loyvi at hava samband við restina av sínum húski, umframt at tey hava loyvi at ganga túr og fara til handils eftir gerandisvørum. Á innkeypstúrinum er tó neyðugt at vera í antin munnbindi ella hjálmglugga.
Tey sleppa ikki at vitja onnur, at fáa vitjan frá øðrum, at fara til tiltøk, brúka buss ella hýruvogn, ella fara til arbeiðis.
Um ein ikki ynskir at lata seg kanna á fimta degi, verður sóttarhaldið longt til 14 dagar.
Klæðir verða ikki roknað sum neyðugar gerandisvørur, og tí er hetta ikki loyvt, sigur grønlendska løgreglan.
Áður hava fólk, sum eru farin á vertshús ella eru farin út uttan munnbind ella hjálmglugga í sóttarhaldstíðini fingið upp til 6.000 krónur í bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald