2021-02-05 17:14

Dagligdagurin hjá føroyingum, sum arbeiða í Noreg, verður nú eitt sindur lættari.
Føroyar fara frá reyðum til gult land í Noreg. Hesum boða norsku myndugleikarnir frá í dag, skrivar heimasíðan e24.no.
Hetta er ein meting, sum verður gjørd einaferð um vikuna, og hetta er eisini galdandi fyri Ísland.
Tað merkir, at ferðandi úr Føroyum og Íslandi ikki skulu í sóttarhald, tá tey ferðast til Noregs.
Broytingarnar eru galdandi frá mánadegnum 8. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald