
Løgreglan heitir enn einaferð á fólk, sum ætla sær út í fjøllini í myrkri, um at boða frá áðrenn, so sleppast kann undan at seta størri leitingar í verk, tá vælmeinandi borgarar ringja til løgregluna at boða frá, at teir síggja okkurt í haganum.
Tað kemur meira enn so fyri, at løgreglan setir leitingar í verk, hóast alt er í lagi.
Klokkan 17.30 í gjár ringdu borgarar í Havn at boða frá, at teir sóu ljós blinka í fjøllunum í Nólsoy – á Høgoyggj, sum er hægsta punktið í oynni. Millum teirra var ein skóti, sum helt seg kunna síggja á ljósunum, at talan var um eitt SOS.
Bjargingarlið og bjargingarbátur vórðu send út at leita, og tilsamans luttóku eini 14 fólk í leitingini.
Tað vísti seg tó, at talan ikki var um nakra neyðstøðu, men um nakrar nólsoyingar, sum bert vórðu farnir ein túr. Ljósið, sum fólk høvdu sæð úr Havn, komu frá pannulyktini hjá teimum.
Klokkan 19.20 í gjárkvøldið varð leitingin tí avblást.
Seinni á kvøldinum fekk løgreglan eina líknandi fráboðan. Hesaferð hildu fólk seg síggja lyktuljós í fjøllunum við Norðragøtu.
Men í Norðragøtu visti mann, at tveir ungir mans vórðu farnir í fjøllini ein túr. Løgreglan ringdi til teir at vita, um alt var í lagi, og tað var tað, og tí varð eingin leiting sett í verk í hesum førinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald