Danska kongshúsið boðar í dag frá, at arbeiðið at gera upp búgvið eftir Heindrik prins, sum doyði í februar mánaði í fjør, nú er komið so langt, at klárt er at selja burtur av tí, sum hann savnaði gjøgnum langa lív sítt.
Tað verður Bruun Rasmussen Kunstauktioner, sum skal standa fyri søluni, sum fer fram í august mánaði. Talan er um eitt umfatandi savn av játusteinum og av afrikanskum grímum og skurðmyndum.
Sølan verður framd í samsvar við ynskið hjá prinsinum sjálvum í testamenti sínum, skrivar kongshúsið. Arvingarnir hara valt lutir burturúr, sum familjan vil varðveita, eins og avgjørt er at taka eitt úrval av játusteinum og afrikanskum verkum, sum skulu varðveitast á slottinum, Château de Cayx í Fraklandi.
Heindrikur prinsur var íðin savnari í nógv ár. Serliga eysturlendskir játusteinar og afrikanskar grímur og skurðmyndir høvdu hansara áhuga. Sum drongur búði hann við familju síni í Fronskum Indokina, núverandi Vjetnam, og uppvøksturin við asiatiskari mentan var gróðrarbotnur til hansara lívslanga áhuga fyri játum. Áhugin fyri afrikanskum grímum og skurmyndum varð vaktur á ungum árum, tá prinsurin í sambandi við lesnað sín, lærdi um afrikanska list. Meira enn 6.000 lutir tilsamans eru í savninum hjá prinsinum.
Uppboðssølan av lutunum byrjar í august í ár. Partur av vinninginum fer til tveir kongaligar grunnar, Kronprinsparrets Fond og Nikolai og Felix Fonden.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald