Mentan

Søvnini í Suðuroy hava serliga opið í heystfrítíðini

Nógv spennandi tilboð kring alla suðuroynna nú skúlarnir hava frí

Ruth Smith-savnið er eitt teirra, sum letur dyrnar upp í heystfrítíðini

Ruth Smith-savnið er eitt teirra, sum letur dyrnar upp í heystfrítíðini

2019-10-14 18:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Suðuroyggin spílar seg út við serligum savnsfagnaði nú í heystfrítíðini.

Nakað, sum sermerkir flestu bygdirnar í Suðuroynni er tað, at flest allar hava eitt savn av onkrum slag. Í døgunum 17. til 20. oktober fara nærum øll hesi at hava opið.

Umframt at møguleiki er at vitja søvnini verður eisini møguleiki at vinna eina flogferð.

Savnsfagnaðurin byrjar hósdagin 17. oktober í Sandvík. Hóast ein tann minsta bygdin í Suðuroynni, er sera nógv søguligt og spennandi at síggja í Sandvík. Møguleiki verður at vitja gamla skúlan, kirkjuna, gamla bóndagarðin, neystið við gamla bátinum Norðlýsið og húsið hjá Jógvan hjá Heina, ið er eitt hitt elsta í bygdini.

Frá fríggjadegnum til sunnudag fer savnsfagnaðurin at fevna um restina av oynni. Søvnini, ið luttaka, eru hesi: Tvøroyrar Bygda- og sjóvinnusavn, Pakkhús 5 á Tvøroyri (einans opið leygardag) Tvøroyrar skjalasavn (fríggjadag), Gallarí Oyggin og café Art á Tvøroyri, Hvalbiar bygdasavn (gamli skúlin), Savnið á Mýri í Hovi, Porkeris bygdasavn, Ruth Smith savnið í Vági, Sluppsavnið í Vági og nýggju hølini hjá Fuglasavninum í Sumba.

Savnsfagnaðurin er tí eitt upplagt høvi, at koma runt til allar bygdirnar í Suðuroynni, og at síggja alt tað áhugaverda, ið lokalar eldsálir fegin vilja vísa fram. Eisini fær ein meiri vitan um ymisku støðini og áhugaverdu søguna aftanfyri hesi.

Kirkjan í Fámjin fer eisini at verða opin dagarnar 18. til 20 oktober, har tað er møguligt at síggja fyrsta føroyska flaggið, Merkið, ið fámjiningurin Jens Olivur Lisberg var við til at gera fyri hundrað árum síðani.

Meiri kunning um tiltakið sæst á Facebook, leitað eftir Heystdagar í Suðuroy 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder