2026-08-05 07:02
Ein partur av eini rakett hjá rúmdarfelagnum SpaceX rennur seg inn í mánan nú í morgun.
Tað skriva CNN og BBC.
Talan er um ein part av Falcon 9-rakettini, ið varð send út 15. januar 2025.
Ein talsmaður fyri NASA, Jimi Russell, sigur, at ongin vandi er fyri okkum á jørðini. Samanstoyturin hendir umleið klokkan 07.35 okkara tíð, við eini ferð á umleið 8.690 kilometrar um tíman.
Talan er um ein part av rakettini, sum ætlandi skuldi enda við at kolast upp í atmosferuni, men sum broytti kós og endaði við at fara í eina kós móti mánanum, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald