Innanlands

SpaceX rakettin sprongdist

Hendi nakrar minuttir eftir eina annars væleydnaða lending í Texas

2021-03-04 07:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ómannað rúmdarrakett hjá privata rúmdarfelagnum SpaceX sprongdist í gjár stutt eftir, at hon setti seg aftur á jørðini á rakettstøðini í Boca Chica í Texas.

Talan var um eina sera væl eydnaða lending. Men undir lendingini sóust logar koma frá botninum á rakettini.

Og fáa minuttir seinni sprongdist rakettin í eini ógvusligari eksplosjón, skrivar AFP.

Hetta er triðja ferðin innan fáar mánaðir, at ein royndarflúgving við rakett hjá SpaceX endaði í eini spreinging.

Felagið hjá Elon Musk, kendur fyri sínar Tesla-bilar, roynir at menna eina rúmdarrakett, sum kann brúkast aftur. Endamálið er einaferð at kunna senda mannað rúmdarfør út til mánan og mars.

Í desember og aftur fyrst í februar endaðu ferðirnar hjá SpaceX eisini við, at rakettirnar sprongdust, tá tær vendu aftur til Texas.

Enn er einki frætt um orsøkina til spreingingina.

Herundir er ein filmur frá væleydnaðu lendingini, men spreingingin er ikki við

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder