Innanlands

Spæl føroyskt í Vestmanna næstu dagarnar

- Endamálið er at varpa ljós á føroyskan tónleik, at skapa eitt fjølbroytt og spennandi umhvørvi fyri øll tónleikaáhugað og fagna okkara tónleikarum.

2025-02-26 14:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vestmanna kommuna bjóðar øllum at vera við, nú Spæl føroyskt vika er á skránni og føroyskur tónleikur ljómar runt landið.

Endamálið er at varpa ljós á føroyskan tónleik, at skapa eitt fjølbroytt og spennandi umhvørvi fyri øll tónleikaáhugað og fagna okkara tónleikarum.

Tónleikur á Grønanesheiminum
Hósmorgunin fara Atli Petersen og Kenneth Jones at vitja á Grønanesheiminum. Teir fara at spæla nøkur góð, føroysk løg, og tónarnir fara vónandi at lívga um dagin hjá búfólkunum. Hetta er ein góður møguleiki at bera tónleikin út til tey, sum ikki altíð sjálvi hava møguleika at fara til konsertir.

Tónleikafagnaður á Silkienni
Fríggjakvøldið kunnu øll bjóða seg fram, tá ið Vestmanna kommuna skipar fyri tónleikafagnaði á Silkienni. Komið og lurtið ella komið og spælið. Tað verður opið jamm, har bæði roynd og óroynd eru vælkomin at framføra. Fleiri lokalir tónleikarar og tónleikarar í grannakommunum luttaka, so hetta er ein upplagdur møguleiki fyri tey, sum ikki vanliga framføra alment, at royna seg saman við dugnaligum og royndum tónleikarum.

Byrjað verður klokkan 19.00 og vit halda á til klokkan 01.00. Kafein í Silkienni hevur eisini opið.

Ein livandi tónleikabygd
Hetta sama fríggjakvøldið er samstundis byrjanin til eina nýggja ætlan hjá kommununi, har rúm verður givið til nýggjar spírar og nýggj hugskot. Gjøgnum árið verða fleiri konsertir settar á skrá og lagt verður upp fyri, at øll áhugað kunnu skipa fyri. Endamálið er at eggja til, at tónleikurin í bygdini fer at blóma enn meir, og at gleðin at spæla og lurta eftir tónleiki verður borin víðari til komandi ættarlið.

Vit gleða okkum til eina fjálga og fjølbroytta løtu saman fríggjakvøldið, og vóna at síggja mong, ið hava hug at spæla, syngja ella lurta. Saman gera vit Vestmanna til eina livandi tónleikabygd, har ung sum eldri kunnu njóta tónleikin saman.

Vestmanna kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder