Innanlands

Spælandi vættrar í viðarlundini í Kollafirði

Fríggjadagin 14. februar kl. 14.00 verða standmyndir av vættrabørnum settar upp í viðarlundini í Kollafirði

Tórshavnar kommuna gjørdi í 2024 avtalu við listamannin Napoleon Smith, um at gera vættrabørnini, sum nú verða sett upp

Tórshavnar kommuna gjørdi í 2024 avtalu við listamannin Napoleon Smith, um at gera vættrabørnini, sum nú verða sett upp

2025-02-14 10:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Viðarlundin í Kollafirði varð gróðursett í tveimum stigum, fyrstu ferð í 1992 og aftur í 1994.

Skógrøktin ráðgav og vegleiddi kommununi, og var eisini við til at skipa sjálva plantingina, sum dagrøktarmammur, skúlin og foreldur tóku lut í saman við starvsfólkum hjá kommununi.

Øll børnini, ið plantaðu trø í viðarlundini, fingu eitt skjalprógv, sum vísti á júst tað træið, sum tey høvdu plantað.

Tórshavnar kommuna gjørdi í 2024 avtalu við listamannin Napoleon Smith, um at gera vættrabørnini, sum nú verða sett upp.

Forvitni, menning, látur, spæl, náttúra og barnalyndi verða lýst í standmyndunum.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder