2025-03-09 14:15

Løgreglan gjørdi í gjár ferðslukanning við brúnna um Streymin, har tað bara er loyvt at koyra 60 km/t.
Hetta vóru fleiri, sum eftir øllum at døma ikki høvdu fingið við.
Tríggir bilførarar vóru tiknir fyri at koyra 80 km/t og ein fyri at koyra 82 km/t. Hesir fingu allir klipp og bót.
Ein fimti bilførari varð máldur at koyra 90 km/t og av tí, at hann hevur havt koyrikort í tvey ár, fær hann koyriforboð og skal taka koyrikortið umaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald