2021-08-11 12:54
Leygardagin 14. august klokkan 11.30 verður aftur matiné í Havnar kirkju.
Spælimenninir hava spælt kring landið síðan 1974, og síðan 1977 hava tey harafturat spælt nógv uttanlanda, serliga í Evropa og USA. Óivað er bólkurin ein av teim bólkunum við heimstaði í Føroyum, sum áðrenn ár 2000 hevur spælt mest uttanlanda. Tónleikurin er fjølbroyttur, lættur og undirhaldandi fólkatónleikur.
Manningin 14. august er Erling Olsen (violin), Sharon Weiss (blokkfloyta), Ívar Bærentsen (mandolin), Kristian Blak (klaver), Niels Bo Vogensen (bass).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald