Innanlands

Spælipláss skal standa til reiðar í Sarpugerði 1. september

Innsport stendur fyri arbeiðinum, ið kostar góðar 600.000 krónur. Umhvørvisvinarligt hybrid-gras verður brúkt sum fallmátta fyri fyrstu ferð í Føroyum, skrivar Eysturkommuna

Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár (Mynd: Eysturkommuna)

Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár (Mynd: Eysturkommuna)

2021-06-01 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður um at gera nýtt spælipláss í Sarpugerði í Norðragøtu. Hetta arbeiðið ferð í gongd beinanvegin og skal vera liðugt til 1. september.

Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari

Les eisini: Spæli-og trivnaðarpláss skal gerast í Sarpugerði

Avgerðin um at gera spæli- og trivnaðarpláss í økinum varð tikin fyri einum mánaði síðani á býráðsfundi. 800.000 krónur vórðu settar av. Nú er greitt, at Innsport skal standa á odda fyri arbeiðinum, ið fer at kosta góðar 600.000 krónur.

Eysturrkommuna skrivar, at okkurt serligt verður við økinum

- Spæliplássið kemur at liggja væl fyri beint norðanfyri fótbóltsvøllin í Sarpugerði. Sum nakað serligt verður hybrid-gras brúkt sum fallmátta. Talan er um umhvørvisvinarliga loysn, ið er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Fallmáttan gevur eitt bleytt undirlag, meðan gras vaksur upp ígjøgnum og fær spæliplássið at falla væl inn í náttúruna.

[object Object]
Mynd: Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder