2019-08-21 17:31
Spæliplássið á Tvøroyri er nú opið aftur, eftir at nakrar umvælingar eru framdar. Hetta skrivar Tvøroyrar kommunu á sínari heimasíðu.
Tað er felagið Hjálpirót, ið eisini veitti kommununi spælipássið, ið stóð fyri umvælingini.
Spæliplássið lat upp í apríl, og sambært heimasíðuni er tað beinanvegin vorðið ein týdningarmikil partur av býarmyndini hjá yngra ættarliðnum og tað er sera nógv vitjað av fólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald