 
                
            Hósdagin bleiv spakin settur í til seks serstøk randarhús, ið Byggivirkið KBH letur byggja, framvið Høganesvegi í Nes Kommunu.
Randarhúsini eru staðsett í náttúruvøkrum umhvørvi við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.
Randarhúsini verða partur av spennandi framtíðar býlingi í økinum, har Nes Kommuna nýliga hevur longt Høganesveg og gjørt klárt til nýtt sethúsaøki. Í hesum nýggja umhvørvinum, fara nógvar ungar familjur at búleikast í nærmastu framtíð, skrivar kbh.fo á heimasíðuni.
Randarhúsini verða bygt í tveimum ymiskum sniðum í tveimum hæddum.
Hvørt randarhús ávikavist trý og fýra kømur umframt alrúm við køki og stovu.
Jørðarbeiðið verður væntandi liðugt áðrenn jól og gongd verður sett á at byggja fyrst í nýggja árinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/10/27/gallery-thumbnail/1635318001hu1hqi6vfr.png) (Mynd: Byggivirkið KBH)
(Mynd: Byggivirkið KBH)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald