Innanlands

Spakin settur í til 20 íbúðir í Skálavík

Eftirspurningurin var so mikið stórur, at verkætlanin er farin úr 10 og upp í 20 íbúðir

Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jaconsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen og í styrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavíkar kommunu

Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jaconsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen og í styrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavíkar kommunu

2022-03-11 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Bíðilistin eftir at fáa íbúð í Skálavík er so stórur, at verkætlanin er broytt frá 10 til 20 íbúðir, sigur Gordon Rajan, stjóri í felagnum Mark sum stendur fyri íbúðunum.

Hann leggur aftrat, at helst eru 20 íbúðir ov lítið.

Tað er ikki langt síðan at felagið Mark og Skálavíkar kommuna skrivaðu undir eina avtalu, um íbúðarbygging í Skálavík.

- Søgan er í stuttum hon, at vit vunnu útboðið at byggja íbúðir í Skálavík og síðan tá, hava vit arbeitt við ætlanini, sigur Gordan Rajani, stjóri.

Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.

Í morgun klokkan 11 var spakin settur í til verkætlanina, har umboð fyri kommununa og felagið Mark vóru til staðar. Tað verður felagið hjá Finnleif Fagradal, sum kemur at gera planeringsarbeiðið.

Linjohn Christiansen, borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin við teimum 20 íbúðunum fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið, ið er ein treyt frá kommununi.

Enn er ikki greitt, nær fyrstu fólkini kunnu flyta inn, men arbeitt verður so skjótt til ber.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder