2021-03-16 20:22

Í Porkeri er arbeiði uppá at gera seks nýggj grundstykki nú farið í gongd. Í gjár varð farið í gongd við at gera vegin til nýggju grundstykkini, sum vera uppi á Fløttinum. Tað var Ása Holm, borgarstjóri, sum setti spakan í.
Hetta skrivar sudurras.fo.
Talan er um seks grundstykki, sum Porkeris kommuna lýsti til sølu í januar. Trý av teimum vórðu seld beinanvegin.
Grundstykkini uppi á Fløttinum verða seld fyri 75 kr. fermeturin. Tað er BKE, sum kemur at standa fyri at gera vegin til nýggju grundstykkini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald