Uttanlands

Spania: 200.000 fólk avbyrgd

Í einum øki í Katalonia er talið á smittutilburðum økt nógv, og er avgerð tí tikin um at steingja økið

Madrid, høvuðsstaður í Spania, sum hevur verið millum harðast raktu londini (Mynd: Ritzau)

Madrid, høvuðsstaður í Spania, sum hevur verið millum harðast raktu londini (Mynd: Ritzau)

2020-07-04 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á nýggjum smittutilburðum nærindis katalanska býnum Lerida er økt nógv. Tí varð økið, ið hevur uml. 200.000 íbúgvar, stongt um middagsleitið í dag, sigur katalanski forsetin, Quim Torra.

Hann sigur, sambært Ritzau, at fólk hvørki sleppa inn á økið ella úr økinum. Tey, sum búgva í økinum – Costers del Segre – hava fingið inntil klokkan 16 seinnapartin at sleppa inn á økið.

Lerida liggur uml. 150 kilometrar frá stórbýnum Barcelona.

Hetta er fyrstu ferð, at Spania avmarkar rásarúmið hjá borgarum, síðan undantaksstøðan í landinum fór úr gildi aftur 21. juni.

Smittuútbrotið sigst at hava samband við landbúnaðararbeiðarar.

Sambært katalanska heilsumálaráðharranum er tað bannað at savnast fleiri enn tíggju fólk í økinum, og heldur ikki er tað loyvt at vitja á ellis- og røktarheimum.

Sambært worldometers.info hevur Spania skrásett fleiri enn 297.000 smittutilburðir og fleiri enn 28.000 andlát. Fríggjadagin skrásetti Spania 17 nýggj andlát í sambandi við koronasmittuni. Tað er hægsta talið síðan 19. juni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder