Fagnaðurin yvir HM-gullið í fótbólti førdi í gjárkvøldið til eina syrgiliga hending í spanska býnum Ciudad Rodrigo, nærhendis markinum til Portugal.
Ein gosbrunnur í býnum varð lagdur undir so stór trýst undir fagnaðinum, at hann hoknaði undan. Óhappið førdi til at ein persónur lat liv, skrivar spanska tíðindastovan, EFE, sambært Ritzau.
Stutt eftir midnátt fekk alarmsentralurin hópin av fráboðanum, og løgregla og sjúkrabilar vórðu skjótir á staðið.
Tveir persónar vóru illa særdir, og vórðu í skundi førdir á eitt sjúkrahús í býnum. Annar persónurin doyði á veg til sjúkrahúsið. Onki verður samt um støðuna hjá hinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald