Uttanlands

Spania fer at handfara korona sum vanligt krím

Við so lágum deyðstølum er ikki longur neyðugt at handfara smittuna sum heimsfarsótt heldur forsætisráðharrin

Pedro Sahchez, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Pedro Sahchez, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2022-01-11 11:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Smittutølini hava aldri verið hægri í stórum parti av Evropa orsaka av omikron, men í Spania eru tey til reiðar at fara í holt við at handfara koronavirus á sama hátt, sum gjørt verður við allar aðrar krímsjúkur, influensur. Tað vil siga, at landið ikki longur fer at handfara koronasmittuna, sum eina heimsfarsótt, epidemi.

Hetta hendir vegna lág deyðatøl í landinum hóast smittutølini eru vaksandi. Tað sigur spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanches, við útvarpsstøðina Cadena SER.

Undir fyrstu koronabylgjuni lógu deyðatølini á 13 prosentum, nú eru tey bara eitt prosent.

- Vit hava møguleikar fyri stigvíst, við varni at byrja kjakið á einum tekniskum støði og einum evropeiskum støði og byrja at eftirmeta menningina av hesi sjúkunum eftir øðrum mátistokkum, enn vit higartil hava brúkt, segði forsætisráðharrin sambært DR.

Hetta merkir millum annað, at tey ikki longur fara at skráseta allar smittutilburðir eins og gjørt hevur verið, og ætla heldur ikki at testa tá sjúkueyðkennini eru veik.

Hetta er nakað, ið Spania ætlar at taka upp við hini londini í ES. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder