Í Spania hevur stjórnin kunngjørt eina nýggja royndarverkætlan við styttri arbeiðsviku. Royndarverkætlanin, sum smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu taka lut í, hevur til endamáls at kanna, hvørja ávirkan ein styttri arbeiðsvika við somu løn hevur á avrikið hjá starvsfólkum.
Tankin er, sambært Ritzau, at starvsfólk, sum hava styttri arbeiðsviku, fara at arbeiða meira effektivt teir dagarnar, tey eru til arbeiðis, og á tann hátt verður effektiviteturin hjá fyritøkuni varðveittur.
Fyritøkur, sum eru áhugaðar í at luttaka, skulu yvir tvey ár stytta arbeiðtíðina tíggju prosent hjá í minsta lagi einum fjórðingi av starvsfólkunum. Afturfyri fáa tey stuðul frá statinum, sum skal fíggja eyka umsiting og avleiðingarnar fyri framleiðsluna.
Stórar fyritøkur í Spania, m.a. telerisin Telefonica, hava seinstu árini gjørt royndir við styttri arbeiðsviku, tó í flestu førum eisini við einari tilsvarandi lønarlækking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald