Leygardagin upplýsti spanska løgreglan, at hon hevði lagt hald á 32 tons av marihuana.
Hetta er størsta nøgdin, sum nakrantíð er funnin, og hevur hon eitt søluvirði á 64 milliónir evrur, ið svarar til 476 milliónir í okkara krónum.
Rúsevnini vórðu funnin, tá løgreglan kannaði fleiri garðar og verksmiðjur ymsastaðni í landinum. Undir átakinum handtók løgreglan eisini níggju menn og 11 kvinnur. Tey eru millum 20 og 59 ár.
Handtøkurnar vórðu framdar í Toledo, Ciudad Real, Valencia og Asturias í oktober, men ikki fyrr enn nú hevur løgreglan almannakunngjørt upplýsingar um málið, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald