Uttanlands

Spania: Mótmæla høgar prísir fyri orku og matvørur

Túsundatals fólk mótmæltu í størstu býunum leygardagin

Mótmælisfólk veitra við spanska flagginum í Madrid (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk veitra við spanska flagginum í Madrid (Mynd: EPA)

2022-03-20 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin fóru túsundatals spaniólar á gøtuna at mótmæla høgu prísirnir á brennievni, el og matvørum.

Talan er um eina gongd, sum bert er versnað orsakað av russisku innrásini í Ukraina, og eru nógvar spanskar familjur, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman orsakað av prísvøkstrinum, skrivar Ritzau.

Tað er høgraflokkurin Vox, sum skipaði fyri mótmælunum, sum gingu fyri seg í størstu sponsku býunum. M.a. savnaðust fólk frammanfyri ráðhúsið í høvuðsstaðnum Madrid. Mótmælisfólkini veitraðu við sponskum fløggum og róptu illbønir móti stjórnini.

Í fjør vaks orkuprísurin í Spania 72 prosent. Talan er um ein tann størsta vøksturin í ES, og eftir russiska innrásin í Ukraina byrjaði, fór prísurin enn meira upp.

Mánadagin boðaðu lastbilførarar frá verkfalli í óasetta tíð orsakað av bensinprísunum. Teir hava sperrað vegir kring landið og skipað fyri mótmælum, sum hava elvt til trupulleikar við veitingini.

Tey bæði størstu fakfeløgini í Spania, UGT og CCOO hava boðað frá aðalverkfalli 23. mars. Spanska stjórnin hevur lovað at gera nakað við vaksandi prísirnar, men hon fer ikki at leggja fram uppskot fyrr enn 29. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder