Uttanlands

Spania: Nýtt hitamet fyri oktober

Veðurlagsbroytingarnar gera um seg, serliga á Iberisku Hálvoynni

Í Spania er framvegis strandarveður, hóast komið er út í oktober (Mynd: EPA)

Í Spania er framvegis strandarveður, hóast komið er út í oktober (Mynd: EPA)

2023-10-03 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Oktober mánaður er júst byrjaður, men longu nú hevur hitin í Spania sett met fyri hesa ársins tíð.

Sunnudagin vísti hitamátarin í býnum Montoro, nærhendis Cordoba har suðuri í Spania, 38,2 hitastig, upplýsir spanska veðurstovan, AEMET.

Gamla hitametið fyri oktober var á 37,5 hitastig, sum varð sett í Marabella í 2014.

Í Sevilla kom hitin upp á 38,1 stig henda dagin.

- 1. oktober var methøgur fyri hesa ársins tíð á allari iberisku hálvoynni, sigur AEMET, og sipar til landafrøðiliga økið, sum umfatar Spania, Portugal, Andorra og Gibralter.

- Men tað óvanliga er, at fleiri heitir dagar eru eftir. Vit fáa møguliga upp til tíggju dagar við methøgum hita, skrivar veðurstovan.

Spaniólar hava hesi seinastu árini vant seg við heit summur – serliga har suðuri í landinum – og hitabylgjurnar gerast eisini longri.

Sambært serfrøðingum skyldast hitabylgjurnar veðurlagsbroytingar, skrivar Ritzau frá AFP-veðurstovuni.

2022 var heitasta árið nakrantíð í Spania, har tey aftur í ár, eins og fleiri aðrar staðir, hava upplivað langar hitabylgjur.

Longu í apríl byrjaði hitin at gera um seg, við einum tíðarskeiði við turkuri.

Iberiska Hálvoyggin er tað økið í Evropa, sum er mest útsett fyri veðurlagsbroytingum, og har er turkur og náttúrueldar nú gerandisdagur.

Sambært eini kanning hjá amerikanska granskingarbólkinum Climate Central, so uppliva øll fólk á jørðini nú meira hita frá juni til august orsaka av veðurlagsbroytingunum, skriva tíðindastovurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder