Borgarar í spanska høvuðsstaðnum Madrid verða bidnir um at halda seg heima orsakað av ógvusligu kavaódnini Filomena, sum hevur herjað í Spania síðan fríggjadagin.
Tað er serliga høvuðsstaðarøkið, sum er hart rakt. Floghavnin er stongd, og hetta ávirkar í minsta lagi 50 innlendisfráferðir, og tok koyra í løtuni ikki til ella frá Madrid.
Fleiri túsund bilførarar hava eisini sitið fastir í kavanum, og neyðugt hevur tí verið at sett hermenn inn fyri at bjarga teimum
Spanskir myndugleikar boða í dag frá, at kavaódnin hevur kravt trý mannalív, skrivar TV2.
Roknað verður við 20 centrimetrum av kava í økinum næsta samdøgrið. Sambært lokalum miðlum er hetta ein søgulig ódn, tí tað hevur ikki kavað so nógv í Madrid í 40 ár.
Sambært veðurforsøgnum, kann hitin í nátt fara heilt niður á tíggju kuldastig. Seinast tað var so kalt í Madrid var í 2001.
Sí myndir niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald