2023-06-25 13:05
Gott trý ár eftir, at koronafarsóttin breyt út, fer Spania loksins at taka av seinastu avmarkingarnar, sum vórðu settar í gildi í sambandi við farsóttina.
Kravið um, at fólk skulu vera í munnbindi á apotekum, røktarheimum og sjúkrahúsum verður slept. Tað avgjørdu heilsumyndugleikarnir í landinum fríggjadagin.
Avgerðin skal tó fyrst góðkennast av spanska tjóðartinginum og lýsast alment, áðrenn hon kemur í gildi, men tá hetta er komið uppá pláss, eru ongar avmarkingar eftir í spanska samfelagnum, skrivar Ritzau.
Herheima fóru allar koronuavmarkingar úr gildi í februar í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald