Spania er eitt land, sum dregur nógv ferðafólk at sær, og í ár vænta spanskir myndugleikar metnógv ferðafólk.
Spanski ráðharrin í ferðavinnumálum, Jordi Hereu væntar 100 milliónir ferðafólk í ár.
Í fjør varð eisini met sett, tá ferðafólkatalið kom upp á 96,8 milliónir, sum var 3,2 prosent hægri samanborið við 2024, skrivar Reuters.
Í tíðarskeiðnum juni til september í ár verður mett, at 43 milliónir útlendsk ferðafólk fara at vitja Spania - seks prosent fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Spanska stjórnin metir, at fíggjarliga ískoytið frá ferðavinnuni í tíðarskeiðnum juni til september verður 64 milliardir evrur - 478,39 milliardir krónur, sum er tíggju prosent meira í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Í Spania búgva umleið 49 milliónir fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald