Uttanlands

Spania: Vit hava fingið tamarhald á koronavirusinum

Latið verður meira upp í stóru býunum, og matstovur kunnu skjótt bjóða gestum at sita inni aftur

Fleiri listasøvn í Madrid eru nú opin aftur (Mynd: EPA)

Fleiri listasøvn í Madrid eru nú opin aftur (Mynd: EPA)

2020-06-06 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spania hevur so gott sum fingið tamarhald á koronavirusinum. Tað søgdu landsins heilsumyndugleikar fríggjadagin.

Nú ræður tað um at tryggja sær, at nýggir tilburðir ikki koma úr útlondum, verður sagt.

Spania, sum er millum harðast raktu londini í Evropa, ætlar at lata upp fyri útlendingum 1. juli, og mánadagin linka myndugleikarnir fleiri tiltøk í landinum. M.a. verður aftur loyvt hjá matstovum at bjóða gestum at sita inni. Latið verður eisini meira upp í stórbýunum Madrid og Barcelona.

Teir báðir býirnir hava annars verð meira afturlatnir enn restin av landinum, av tí at ein stórur partur av smittutilburðunum varð skrásettir hjá teimum. Uml. ein triðingur av øllum andlátunum, sum Spania hevur skrásett í sambandi við korona, hava verið í Madrid, skrivar Ritzau.

Tá støðan var ringast í Spania, vórðu fleiri enn 900 andlát skrásett um dagin. Hetta hendi fleiri dagar í apríl.

Spania hevur skrásett fleiri enn 288.000 smittutilburðir og fleiri enn 27.000 andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder