Uttanlands

Spaniólar skulu á val fyri fjórðu ferð í fýra ár

Virkandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, hevur útskrivað nýval, eftir at tað miseydnaðist at skipa stjórn

Pedro Sanchez (Mynd: EPA)

Pedro Sanchez (Mynd: EPA)

2019-09-18 18:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Virkandi forsætisráðharrin í Spania kunngjørdi týsdagin, at nýval verður útskrivað, eftir at royndin at skipa stjórn miseydnaðist.

Sosialistaflokkurin hjá Sanchez, PSOE, var annars stórsti flokkur til valið í apríl, men enn hevur tað ikki eydnast at semjast um ein meiriluta í tjóðartinginum, og harvið at skipa stjórn.

Sanchez hevur fyrr í mánaðinum havt samráðingar við vinstrahalla flokkin, Podemos, men tær samráðingarnar bóru ikki á mál. Ein onnur møgulig samgonga við flokkin Ciudadanos, ið liggur til høgru fyri miðjuna, rakk heldur ikki á mál. 

Sanchez hevði freist til 23. september, at fáa skipa stjórn, men hann hevur nú slept royndunum, og hevur tískil útskrivað nýval, ið verður hildið 10. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder