Spanska løgreglan hevur lagt hald á ein kavbát, sum er fullur av kokaini.
Ein kavari megnaði í dag at sleppa inn í kavbátin og taka ein pakka av kokaini við sær, og enn arbeiðir spanska løgreglan við at fáa kavbátin upp av havbotninum.
Mett verður, at fleiri tons av kokaini eru í kavbátinum, sum er 20 metrar langur, men enn ber ikki til at siga júst hvussu nógv er í kavbátinum.
Enn er ikki greitt, hvar kavbáturin er frá, men hildið verður, at han kemur úr Suðuramerika. Rúsevnissmuglarar úr Kolumbia hava áður brúkt kavbátar at flyta vørur sínar til Meksiko og harfrá víðari til USA.
Sambært Jyllands-Posten eru tveir mans úr Ecuador handtiknir í málinum.
Í fjør varð hald lagt á 41 tons av kokaini í Spania. Tað einasta landið í Evropa, sum legði hald á meira kokain í fjør var Belgia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald