Vandi er fyri, at samstarvsavtalan millum Føroyar og Katalonia um talgilding verður strikað. Hetta skrivaði Kringvarpið í gjár.
Orsøkin er, at spanska stjórnin ikki ynskir, at katalónar samstarva við føroyingar, og hetta er allarhelst ein avleiðing av harða stríðnum og spenningunum millum Katalonia og sponsku stjørnuna. Nú er avtalan send í Hægsta Rætt.
Jørgen Niclasen segði í útvarpstíðindunum í gjár, at at føroyingarnir ikki fara at gevast at samskifta við katalonar um talgilding, hóast Hægsti Rættur í Spania ógildar avtaluna.
Jørgen: Vit fara ikki at akta hægsta rætt
Fíggjarmálaráðharrin skilir væl, at spenningarnir á iberisku hálvoynni eru stórir, men at hetta ikki er ein avtala, ið hevur stóran týdning uttanríkispolitiskt. Jørgen Niclasen vísti á, at tað snýr seg um gera hvønn annan vart við menning á talgilda økinum. Hann segði, at hann hevði ikki sjálvir gjørt slíka avtalu, men sá einki galið í henni.
Jørgen Niclasen er greiður viðvíkjandi støðuna um avtaluna við Katalonia (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var í februar, at katalanski ráðharrin í talgilding, Jordi Puigneró, vitjaði í Føroyum. Í tí sambandi varð avtalan undriskrivað við táverandi landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.
Les eisini: Føroyar og Katalonia gera avtalu á talgilda økinum
Hon snýr seg í høvuðsheitinum um, at partarnir skulu samskifta um vitan á talgilda økinum; um nøkur framstig verða gjørd o.s.fr. Pugneró segði í hesum sambandi, at tað serliga er innan kt-trygd og samleikaprógv, at Katalonia er áhugað í at læra av føroyskum royndum, og at tær royndirnar sum Føroyar gera innan 5G net, kunnu gerast áhugaverdar fyri Katelonia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald