Innanlands

Sparikassarnir lækka aftur renturnar

Útlánsrentur og innlánsrentur lækka við upp til 0,20 prosentstigum hjá bæði privat- og vinnukundum - hetta frá 10. desember. Hesum boða Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi frá

2024-10-29 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur verða rentulækkingar hjá sparikassunum. Bæði Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava sent boð um hetta seinnapartin.

Broytingarnar hanga saman við, at Tjóðbankin hevur lækkað rentuna, og koma tær í gildi 10. desember.


Suðuroyar Sparikassi skrivar:

17. oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.

Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,20 % stigum.

Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,20 %-stigum.

Broytingarnar koma í gildi 10. desember 2024.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.


Norðoyar Sparikassi skrivar:

Rentulækkingin er grundað á at Tjóðbankin fyrr í hesum mánaðinum lækkaði leiðandi rentuna.

Útlánsrentur og innlánsrentur lækka við upp til 0,20 %-stigum hjá bæði privat- og
vinnukundum.

Broytingarnar koma í gildi 10. desember 2024.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið
broytingarnar koma í gildi.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder