Mentan

Spellfeskir góðbitar av havsins botni

Fyrr kallaðu tey tað agn – tað er lystimeti av besta slag

(Mynd: Birgir Kruse)

(Mynd: Birgir Kruse)

2019-10-14 16:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fruktirnar eru har, klárar at heinta. Eitt sindur spell kanska, at tær ikki altíð eru so lættar at fáa fatur í.

Havsins fruktir, snýr tað seg um. Matur úr sjónum, sum ikki er fiskur. Agn kallaðu tey tað fyrr. Men tað eru góðbitar.

Tað fingu tey at smakka, sum um vikuskiftið høvdu leitað sær í einastu fiskamatstovu burturav í Føroyum, Barbara Fishhouse heima í Havn.

Javnan skipa matstovurnar í Gongini fyri temakvøldum, og farna vikuskiftið varð boðið inn til Havsins Fruktir undir leiðslu av Kára Kristiansen, kokki í Barbara Fishhouse.

[object Object]
Kári Kristiansen við grillina (Mynd: Birgir Kruse)

Og ungi kokkurin og hansara fólk megnaðu enn einaferð at sannføra um, at ikki er nógv, ið smakkliga kann kappast við nýheintaðar fruktir úr sjónum, tá tær eru handfarnar av fólki, ið duga sítt kramm.

Matarskráin á Barbaru um vikuskifti snúði seg um roykta øðu í kaldari spanskari gazpaco, tað er ein suppa, um rátt igulker á hvítarót, um jákupskel, bæði ráa og snerkta, um krabbakjøt væl íligið í olivenolju og um spillfeskan snerktan hummara omaná leskiligum rivnum osti, turkaður á Múla.

Alt góðbitar. Summir betri enn aðrir. Krabbakjøtið og hummarin – sum altíð – í eini deild fyri seg.

Afturvið ein spennandi skrá av hvítvínum, øll stavandi av iberisku hálvoynni. Tað krevur serligar ”sommelier’iskar” gávur at finna fram til slík ljós dygdarvín úr Spania og Portugal, og tað tykjast matstovurnar heima í Havn at hava.

Tú kanst lesa meira um temakvøldið og síggja fleiri myndir á blogginum hjá Birgiri Kruse 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder