Innanlands

Spennandi flytidagur í Danmark

Vitin á Ruberg Knude skal flytast 70 metrar inn í landið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-22 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spennandi flytidagur er í dag, tí eyðkendi vitin við Ruberg Knude á vesturstrond Norðurjútlands skal flytast 70 metrar. Ongantíð fyrr er ein viti fluttur soleiðis í einum.

Vitin á Ruberg Knude er 120 ára gamal, men seinastu tíðina er máað so nógv av strondini framman fyri vitan, at avgerð er tikin at flyta vitan 70 metrar longur inn í landið.

Rubjerg Knude liggur millum býirnar Lønstrup og Løkkan nakað sunnan fyri Hirtshals.

Fylgt verður í stórum spenningi hvussu flytingin fer at eydnast. Seinastu vikurnar hevur økið kring vitan verið stongt meðan lokali múrarin Kjeld Pedersen saman við byggifyritøkuni BMS Krangården A/S hava fyrireikað flytingina.

Og nú er klárt at fara í gongd, skrivar Danmarks Radio.

Vitin, sum vigar næstan túsund tons skal flytast í einum við at skumpa hann spakuliga. Alt gongur fyri seg á skinnarum við hjálp av donkraftum og lunnum, ella rulliskoytum, sum tey kala tað.

Roknað verður við, at fleiri túsund fólk fara at fylgja við tá arbeiðið fer í gongd. Eisini koma fleiri hundrað miðlafólk bæði frá donskum og útlendskum miðlum.

Statskassin ber kostnaðin av flytingini, sum er roknaður at verða um fimm milliónir krónur, skrivar dr.dk.

Pengarnir eru mettir at verða væl givnir út, tí umleið 250.000 ferðafólk vitja vitan um árið, serliga fyri at uppliva serliga útsýnið yvir bakkan og Vesturhavið.

Veðrið kann gerast ein avbjóðing fyri flytiarbeiðið. Vindurin má ikki vera meira enn 10 til 12 metrar um sekundið, tí so kann sandurin fúka yvir skinnararnar og harvið skaða hydraulikkin, ið verður brúktur til flytingina.

Ein onnur óvissa er bakkin í ein útnyðring úr vitanum. Stóri spurningurin er, um bakkin heldur til stóra trýstið, tá vitin skal lyftast.

Gongur eftir ætlan verður vitin fluttur átta metrar um tíman, og tí fer flytingin at taka tað mesta av degnum í dag.

Tá vitin er fluttur, skal økið gerast klárt til vitjandi og vitin skal málast áðrenn hann letur uppaftur fyri almenninginum í viku 45.

Meira um flytingina sæst á heimasíðuni hjá Danmarks Radio  

[object Object]
Bakkin er máaður so tætt vitanum, at ráðiligt varð at fara undir at flyta vitan við Rubjerg Knude 70 metrar inn í landið (Mynd: Wikipedia)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder