Innanlands

Spennandi hvussu tað fer at taka seg út í Koltri

Á Klubbanum á Kunoynni finnast nógv plantusløg, sum ikki eru at finna aðrastaðni í Føroyum. Hetta tí seyður ikki sleppur framat, sigur Pól Sundskarð

Um onkur er í iva, hvørji tey nærmastu trý fjøllini eru, so eru tey Klubbin, Heimarafjall og Gásafjall oman fyri Mikladal (Mynd: Pól Sundskarð)

Um onkur er í iva, hvørji tey nærmastu trý fjøllini eru, so eru tey Klubbin, Heimarafjall og Gásafjall oman fyri Mikladal (Mynd: Pól Sundskarð)

2022-01-15 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Pól Sundskarð: Nú Margretha Drotning hevur sitið á trónuni í 50 ár, hevur hon frá Føroya fólki fingið 50 arktiskar pílar, sum ætlanin er at planta úti í Koltri. Hetta verður fyrsta føroyska nattúrupark.

Á Klubbanum á Kunoynni finnast nógv plantusløg, sum ikki eru at finna aðrastaðni í Føroyum. Hetta tí seyður ikki sleppur framat.

Millum hesar er tann arktiski pílurin, sum vit síggja á myndini saman við øðrum sjáldsomum plantum. 

Spennandi verður at síggja, hvussu hetta fer at taka seg út í Koltri.

Les eisini: Margreta regentur í 50 ár: Forkunnug gáva úr Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder