Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.
TONIK ráðstevnan er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. 25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur og orðaskiftir á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan, íverksetan og leiðslu.
Eitt nú fer vælumtókti fyrilestrahaldarin R. Michael Anderson, ið m.a. hevur skrivað tvær best seljandi bøkur um leiðslu, at hava fyrilestur um broytingarleiðslu. Eftir fyrilesturin verður R. Michael vertur fyri forvitnisligum orðaskifti við trimum spennandi leiðarum, innan ymiskar vinnur. Hesi eru Heini Zachariassen, Jóhanna á Bergi og Peter Vesterbacka, ið øll hava drúgvar, fjølbroyttar og altjóða leiðsluroyndir. Tey fara at umrøða og hugleiða um leiðslu undir heitinum ‘Leadership mindset in Action’, og við persónligum vinnulívssøgum greiða frá, hvussu ymiskar avbjóðingar hava ment tey sum leiðarar.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald