At hoyra Sjúrð Skaale, Jógvan Ósá, Pól Arna Holm og Súsanna Vígdá fortelja spennandi huldusøgur kann neyvan vera keðiligt.
Tað er nú eitt nýtt tilboð til børn og vaksin í Danmark, og harvið eisini í Føroyum.
’Færøske Fabler’ eitur ein røð av podcasts, sum danski journalisturin Rikke Mia Skovdal hevur framleitt.
Podcast’arnir kunnu keypast gjøgnum eina danska app, kallað Talk Town.
Talk Town skrivar í tíðindaskrivi í dag at søgurnar úr Føroyum snúgva seg m.a. um trøll, kellingar og kongssynir, og at talan er um søgur og sagnir, sum hava verið sagdar í Føroyum gjøgnum ættarlið.
Podcasturin er ætlaður donskum børnum millum 5 og 12 ár, onnur eru sjálvandi eisini vælkomin at lurta eisini.
- Nógv børn í Danmark kenna einki til hesar 18 oyggjarnar í Atlantshavi. Tað vilja vit fegin broyta. Við podcast’unum vóna vit, at hesin parturin av ríkisfelagsskapurin gerst meira nærverandi hjá hesum børnum, men vit vilja eisini deila søgurnar, ið hava verið fortaldar í fleiri ættarlið í Føroyum, sigur Mette Hovmand-Stilling, sum er redaktørur hjá Talk Town, sum er podcast pallurin hjá stóru miðlafyritøkuni Egmont Publishing.
Rikke Mia Skovdal, sum hevur framleitt podcast’arnar, býr í løtuni sjálv í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald