Innanlands

Sp/f Gundurs Bussar skulu røkja busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022

Felagið skal reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu næsta ár fyri 28,2 milliónir krónur

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Sp/f Gundurs Bussar skrivaðu ískoytissáttmála fyrr í dag (Mynd: torshavn.fo)

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Sp/f Gundurs Bussar skrivaðu ískoytissáttmála fyrr í dag (Mynd: torshavn.fo)

2021-07-08 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verða bussarnir hjá Sp/f Gundurs Bussar, sum fara at røkja alla busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022.

Hetta er greitt, eftir at ískoytissáttmáli í dag varð undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussar. Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Sp/f Gundurs Bussar, sum skrivaðu undir.

Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu og fevnir um tíðarskeiðið frá 1. januar 2022 til 1. januar 2023.

Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri 28,2 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, skrivar torshavn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder