Innanlands

Spies á flog aftur

Í morgin heldur virksemið hjá donsku ferðaskrivstovuni fram

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-23 20:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eigarin av donsku ferðaskrivstovuni Spies, Thomas Cook Group, fór í morgun á húsagang. Thomas Cook eigur eisini Thomas Cook Airlines Scandinavia, sum flestu av kundunum hjá Spies flúgva við, og tí vóru kundarnir hjá donsku ferðaskrivstovuni raktir av hesum í dag.

- Í allan dag hevur verið eitt at fingið Thomas Cook Airlines Scandinavia í luftina aftur, og í vanligan rakstur. Og vit kunnu nú boða frá, at flogferðirnar verða tiknar uppaftur í morgin, týsdagin, boðar Spies frá á heimasíðu sínari í kvøld.

Ferðaskrivstovan sigur, at hevur tú bílagt fráferð til í morgin, fer flogfarið avstað til tíðina. Um broytingar eru, fáa kundarnir boð umvegis sms. Kundar sum eru á ferð í løtuni, og bíða eftir at sleppa heim fáa boð umvegis sms.

Bergur Thomsen, stjóri á 62 Norð, segði við útvarpið í morgun, at bara heilt fáir føryingar eru raktir. Flestu føroysku ferðafólkini ferðast nú beinleiðis til ferðamálini, sum Atlantsflog flýgur til, heldur enn at fara umvegis Keypmannahavn fyri at fara víðari við Spies, sum gjørt varð fyrr.

Les eisini: Størsta heimsending í nýggjari tíð

Les eisini: Thomas Cook farið á húsagang

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder