Ein samd dómsnevnd valdi fyri løtu síðan at geva Spírar og Sporar heiðurin sum Ársins Átak 2024.
Tað varð gjørt á Vinnudegnum, sum í dag verður hildin í Norðurlandahúsinum.
- Ársins átak 2024 er seinastu tvey árini við hjálp av aldargamla framleiðsluháttinum væturøkt, eisini kent sum hydroponics, farið undir at framleiða alskyns sløg av grønmeti og kryddurtum so sum salat av ymsikum slag, batavia salat, dild, rosemarin, timian og persillu. Í Føroyum – heilt uttan eiturevnir. Hartil verður virksemið víðkað, og í komandi ári verður fari undir at framleiða millum annað soppar.
- Við nógvari menning og nútímans tøkni, er væturøkt vorðin ein alsamt veksandi og týðandi partur av matvøruframleiðsluni kring heimin – og nú eisini í Føroyum! Væturøkt er ein háttur at dyrka plantur uttan mold, og hátturin brúkar umleið 80-90% minni vatn enn siðbundin landbúnaðarframleiðsla við mold. Hartil ger hydroponics tað møguligt at dyrka nógv meira og skjótari grøði á einum lítlum øki samanborið við vanligan landbúnað.
- Og møguleikarnir eru nógvir, um vindur veruliga kemur í seglini. Á hendan hátt ber til at dyrka alskyns blómur, ber og røtur uttan í mun til veður og vind, sum vit jú í Føroyum jú altíð mugu hava atlit til. Dreymurin aftanfyri átakið er, at alt salat og annað viðbrekið grønmeti sum tørvur er á í Føroyum, skal verða framleitt í Føroyum - heilt uttan eiturevni, sigur dómsnevndin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald