Kirkjuliga Heimamissiónin skrivaði í vikuni undir avtalu um, at talgildi sunnudagsskúlin Spírar frá nýggjárinum verður partur av barna- og familjuarbeiðinum hjá Heimamissiónini. Samstundis er Sólfríð Maria í Rók, sum hevur arbeitt við Spírum síðan stovnanina í 2016, sett í fulltíðarstarv hjá Kirkjuligu Heimamissiónini frá 1. januar 2026 sum samskipari fyri Spírum.
Spírar hava sum endamál at geva børnum dygdargott, læruríkt og sansastimbrandi føroyskt mentanartilfar við støði í bíbliusøgum og kristnu siðalæruni. Áleið 120 sjálvboðin eru við í Spíraarbeiðinum, og ein rúgva av tilfari er framleitt seinastu árini, sum er frítt og lætt atkomuligt fyri børn á netinum – barnasendingar, sjónbandaløg, karaoke, sunnudagsskúlasangir, kreativa hornið, framløgur v.m. Spírar hava eisini verið at sæð í Kringvarpinum, í Barnablaðnum, til gudstænastur, møtir og onnur tiltøk.
![]()
Heri Kjærbo, formaður í Heimamissiónini og Sólfríð Maria í Rók frá Spírum
– Heimamissiónin hevur stórar ætlanir innan barna- og familjuarbeiði komandi árini, og eg fegnist um, at Spírar nú verða ein týðandi partur av hesum arbeiði, sigur Sólfríð Maria í Rók. Við hesum verður Spírar partur av einum størri felagsskapi innan kirkjuliga arbeiðið í Føroyum, og tað kann framtíðartryggja Spírar og skapa grundarlag fyri víðari menning komandi árini.
Yvirtøkan merkir ikki stórvegis fyri børnini, tí Spírar halda fram sum vant við sama endamáli og í verandi líki. Heldur er tað ein styrki, at Spírar nú verða partur av einum størri felagsskapi, sum kann seta meira ferð á framleiðslu og útbreiðslu av Spírum framyvir. Ein framleiðsluætlan er longu gjørd fyri fleiri ár frameftir við nýggjum sendingum og innsløgum, ið føra hyggjaran ígjøgnum Bíbliunnar søgur á mest skapandi hátt.
– Tá leiðslan fekk fyrispurning frá Sólfríð, um Spírar kundu blíva ein partur av Heimamissiónini, fóru vit beinanvegin inn í eitt jaligt samskifti. Spírar eru eitt framúr gott konsept, sum er væl kent millum børn í Føroyum, og er í tráð við okkara strategisku ætlanum at styrkja barna- og familjuarbeiðið komandi árini. Vit síggja nú fram til, at Spírar framyvir verða ein náttúrligur partur av okkara barna- og familjuarbeiðið, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Alt tilfar hjá Spírum er ókeypis og verður fíggjað við gávum. Mánaðarligi stuðulin hjá teimum, sum geva fast til Spírar, verður ikki ávirkaður, tí kontonummar eins og endamálið verða óbroytt. Ynskir tú at stuðla Spírum, kanst tú lata eina gávu á konto 6460-569.499.1.
Herundir sæst eitt av sjónbandaløgunum hjá Spírum: Lít á Gud
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald