Innanlands

Spírarnir handaðu umsókn um betri trygd við fótbóltsvøllin

Forskúlabørnini á Hamrinum á Argjum hava ein fótbóltsvøll, men vegna vantandi trygd kann hann ikki brúkast. Tí vitjaðu tey á Ráðhúsinum í morgin við einum brævi. Sambært varaborgarstjóranum er arbeiðið longu farið í gongd at betra um hetta

Annfinn Brekkstein var vertur fyrr í dag, tá forskúlabørn vitjaði. Hann tók ímóti brævi og bjóðaði sunkist, lakkres og annað gott

Annfinn Brekkstein var vertur fyrr í dag, tá forskúlabørn vitjaði. Hann tók ímóti brævi og bjóðaði sunkist, lakkres og annað gott

2022-11-17 19:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Formaðurin í mentanarnevndini fekk úr at gera í morgun, tá forskúlabørnini, spírarnir úr Dagstovninum á Hamrinum á Argjum, vitjaðu á Ráðhúsinum. Tey vóru ikki nøgd við bara sunkist og bomm men høvdu eina álvarsliga umsókn við sær.

Eitt av børnunum – tað var Bjarki - var útvalt at handa Annfinni Brekkstein eitt bræv, sum hann las upp í stóra fundarhølinum Ingálvstovu, har børnini sótu spent og tugdu jólalakress.

Annfinn las brævið hart. Hetta snúði seg um, at tey hava ein góðan fótbóltsvøll beint við stovnin. Men tey fáa ikki brúkt hann, tí bólturin fer altíð av vøllinum og oman í rundkoyringina, har nógvir bilar koyra.

[object Object]

[object Object]

Spírarnir ynsktu tí at fáa spent eitt net omanyvir vøllin, akkurát sum tey hava gjørt umborð á Norrønu.

Og har var leyst og liðugt beinanvegin. Sambært varaborgarstjóranum er arbeiðið longu farið í gongd í onkrari nevnd, og hann lovaði børnunum, at um heilt stutta tíð, so fór net at verða sett upp, so at tey sluppu undan at renna eftir bóltinum í ferðsluni við rundkoyringina.

Fundur lokin og øll vælnøgd við bæði lakress og úrslitið av fundinum.


Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder