2019-07-17 12:46
Strandfaraskip Landsins skrivar á heimasíðu sínari, at Ternan tørvar bráðneyðuga umvæling, og er tískil farin á beding á middegi í dag. Hon silgdi seinasta túrin kl.09:30 úr Tórshavn og kl.10:30 úr Nólsoy. Tað verður nú Spógvin, ið røkir leiðina, og hann fór av Havnini klokkan 12:30.
Orsøkin til at Ternan noyddist at beding, var ein leki ið varð staðfestur í gjárkvøldið.
Av tí at Spógvin skal røkja leiðina millum Havnina og Nólsoynna, fer Teistin at røkja siglingina á leið 61 í dag, ella til Spógvin verður tøkur aftur. Hetta merkir at fráferðirnar av Gomlurætt út í Hest kl. 08:45, 14:30 og kl.19:10, eru tilkallitúrar hjá Teistanum, upplýsir SSL.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald