
Fyri trimum árum síðani keypti Strandferðslan bátin Alpha Pilot úr Klaksvík. Hann fekk navnið Spógvin og varð settur at sigla á Hestleiðini.
Spógvin hevur eisini siglt til Kolturs, og avloysti á summri 2019 á Nólsoyarleiðini eitt skifti.
Strandferðslan hevur sett skipið til sølu. Spógvin verður seldur fyri hægsta boð yvir kr. 250.000, skrivar ssl.fo. Øll boðini skulu sendast til Strandferðsluna og vera inni í seinasta lagi fríggjadagin 27. mars á middegi.
Í sambandi við søluna verður Spógvin sýndur á Gomlurætt um eina viku, mikudagin 25. mars klokkan 17. Neyðugt er tó við tilmelding, skrivar ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald