Innanlands

Spógvin siglir á Nólsoyar-leiðini og Teistin á Hest-leiðini

Í sambandi við at Ternan er á beding, eru broytingar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni í dag

Ternan á beding (Mynd: SSL)

Ternan á beding (Mynd: SSL)

2019-07-18 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ternan er á beding, og tí eru broytingar gjørdar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni.

Í dag eru hesar broytingar galdandi:

Frá klokkan 6.00 siglir Spógvin "pendulfart" á leið 90 millum Havnina og Nólsoynna. Seinasta fráferð úr Havn verður klokkan 22.00 og úr Nólsoy klokkan 22.30.

Spógvin leggur at í bygdini, har sum Ritan plagdi at leggja at, og við træbrúnna á bursatanga í Havn.

Teistin røkir vanligu siglingina hjá Spógvanum á leið 61 millum Hest og Gomlurætt. Hetta merkir, at fráferðirnar í dag 8.45, 14.30 og 19.10 eru tilkallitúrar hjá Teistanum, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sína.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder