
Í Danmark kalla tey tað fyri ‘spøkilsis-bilistar’ tá bilførarar – oftast eldri fólk – taka skeiva innkoyring til motorvegirnar, og koyra móti ferðsluni – nakað kann føra til álvarsligar ferðsluvanlukkur.
Ein nakað líknandi støða hendi um middagsleitið í gjár í Kollafjarðartunnlinum.
Tað var klokkan 12.50, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur koyrdi í skeivari síðu í tunnlinum á veg norðureftir.
Tíbetur hendi ikki nakar álvarsligur skaði, men viðkomandi bilur nart við ein mótkoyrandi, men tað vóru bara speglini, sum tóku. Aðrir mótkoyrandi bilar megnaðu onkursvegna at snúgva sær undan bilinum.
Løgreglan fór út at kanna málið, og fann fram til bilføraran.
Tað vísti seg at vera eitt eldri fólk, og løgreglufólkini tóku avgerð um at taka koyrikortið frá viðkomandi á staðnum. Talan var sostatt um tað, ið verður kallað eina ‘administrativa inndraging’ av koyrikortinum.
- Tað kundi havt endað heilt galið, men gjørdi tað tíbetur ikki. Ein frontalur samanstoytur í einum tunnli er okkara ‘worst case scenario’. Men tað hendi tíbetur ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Avgerðir um slíkar administrativar inndragingar av koyrikortinum, kunnu kærast fyri rættin, men í hesum føri góðtók bilførarin avgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald