Nettónleikatænastan Spotify gevur nú seks prosent av sínum starvsfólkahópi fótin. Tað svarar til 600 fólk.
Tað skrivar Spotify í eini fráboðan í dag.
- Eg taki fulla ábyrgd fyr hesum, sigur ovasti stjórin og stovnarin av Spotify, Daniel Ek í fráboðanini.
Sambært Daniel Ek verður hetta stigi tikið, tí umsetningurin ikki hevur fylgt við stóru íløgunum, sum fyritøkan hevur gjørt.
Henda fráboðanin kemur eisini eftir fleiri líknandi fráboðanum frá heimsins størstu tøknifyritøkum.
Bæði móðurfelagið hjá Google, Alphabet, Amason, Meta, sum eigur Facebook og Microsoft hava seinastu tíðina sent fólk í hópatali til hús.
Spotify hevur høvuðssæti í Stockholm, men er skrásett á keypsskálanum í New York.
Daniel Ek stovnaði Spitify í 2006 saman við samstarvsfelaganum Martin Lorentzon, sum nú er nevndarlimur í felagnum
Spotify hevur í dag áleið 456 milliónir aktivar brúkara hvønn mánaða og næstan 200 milliónir gjaldandi brúkarar.
Spotify er mest kent fyri tónleikastroyming, men seinastu tíðina eru poddvørp farin at spæla ein alsamt størri leiklut á tænastuni.
Sambært AFP hevur Spotify, hóast stóra útbreiðslu kring allan heimin, ongantíð megnað at vísa avlop í einum roknskapsári.
Í farnu viku boðaði kt-felagið Microsoft frá, at felagið fer at skerja skerja arbeiðsstyrkina við 10.000 fólkum.
Og fyrst í januar boðaði Amazon frá, at har skuldu 18.000 fólk sigast upp.
Grundgevingarnar verða sagdar at vera “ótryggi búskapurin” og so tað, at Amazon hevði sett nógv fólk í skundi fyri at megna eftirspurningin, sum stóðst í sambandi við korona farsóttina.
Eisini Meta skal sleppa sær av við 11.000 starvsfólk, meðan nýggi eigarin av sosiala miðlinum, Twitter, Elon Musk, hevur givið 7.500 fólkum sekkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald